TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktssamrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup Ósá, ítróttarskrivara hjá bolt.fo og nordlysid.fo.
Jákup Ósá er staddur niðri á Malta, har KÍ klokkan 18 skal spæla Europa League dyst ímóti Birkirkara.
Jákup Ósá metir, at KÍ kann knógva ein javnleik heim ella sleppa heimaftur við einum eittmálstapi.
Birkirkara hevur ikki spælt ein dyst í nakrari kapping síðani fyrst í mai, og stór útskifting er í hópinum. Tað gevur vónir um, at KÍ kann sleppa væl frá dystinum.
Samrøðan endaði við, at KÍ-fjepparar á Malta sungu fyri lurtarunum hjá FM1.