Jákup Reinert Hansen suverænur sum biskupsvalevni!

Í morgumsendingini hjá Rás2 í farnu viku sýndi sandsprestur seg sum ein sannan kirkjuleiðara

Tað var ein frægd at hoyra Jákup Reinert Hansen í sendingini úr studionum hjá Rás2. Fyri ein og hvønn, sum hevur lagt seg eftir, hvat ið leiðsla er, og hvørji evnir ein leiðari skal hava, var tað heilt greitt at sandsprestur hevur tað í sær, sum krevst av næsta føroyska biskuppinum.

Sjálvandi finnst onki menniskja, ið hevur allar dygdirnar, ið væntst av einum góðum leiðara. Men, Jákup Reinert Hansen prógvaði á ein fyrimyndarligan hátt, at hann er so fakliga kvalifiseraður, sum nakar kann vera.

Hann er ikki bara ein væl lærdur guðfrøðingur, ið dugir at bera sín boðskap fram soleiðis at øll vita hvat hann sigur, uttan nøkur øøø, æææ ella ååå. Hann prógvaði eisini at hann betur enn nakar annar kennur kirkjuliga bygnaðin og kirkjuligu lóggávuna, sum hann sjálvur hevur verið við til at smíða.

Hann dugdi at svara fólki aftur, var ikki sørur fyri humor, og sum tann ektaði persónurin hann er fór hann ikki at fáa sær nýggjar brillur ella hársnið fyri at verða valdur til biskup. Og tað var heilt greitt, at hann hevur hugsjónir kirkjuni viðvíkjandi, og at hann veit, hvat ið gongur fyri seg á kirkjuliga økinum kring okkum.

Samstundis so sýndi hann eina breidd í vitan og áhugum, sum prógva at tey 25 árini í Todnesi ikki bara hava verið 25 ár í eini fílabeinsborg, men at prestagarðurin heima á Sandi hevur verið karmurin um eitt stórt vísundaligt virksemi, og bæði Norðurlond, Evropa og allurin heimurin hava verið innan fyri sjónarringin í Todnesi.

Verður Phd. Jákup Reinert Hansen ikki valdur til biskup, so hevur føroyska kirkjan mist tann besta leiðaran vit eiga boð uppá júst nú.