Áki Bertholdsen
?Eg havi ikki tosað við nakran og ongin hevur tosað við meg.
Jákup Olsen, fólkafloksmaður í Vági er púra samdur í, at fólkaflokkurin skuldi havt valt ein suðuroying í Landsstýrið hesuferð.
Og í so máta heldur hann, at Páll Vang var tað nátúrliga valið.
? Páll Vang fekk fleiri atkvøður enn eg, so tað hevði verið ílagi at sett hann út í Tinganes framum meg.Tó vísir Jákup Olsen á, at tað sum gjørdi, at fólkaflokkurin í Suðuroy yvirhøvur kom nær í námind av einum løgtingssessi í Suðuroynni fyri fyrstu ferð í ein mansaldur, var tað, at hann stillaði upp og fekk so nógvar atkvøður.
Og hann heldur avgjørt, at hesuferð skuldi flokkurin sett ein suðuroying í Tinganes.
Og hann heldur, at Páll Vang á Tvøroyri var fyrsta valið, tí hann fekk flestar atkvøður.
?Eg haldi ikki, at eg kundi gjørt krav uppá landsstýrissessin aftaná John Petersen, av tí at eg hevði færri atkvøður enn hann.
Skilir slett ikki
Tó er Jákup Olsen ikki heilt nøgdur við framferðina hjá folkafloksmonnum á Tvøroyri í hesum sambandi.
? Tað eru tvøramenn sum so, ið hava arbeitt við málinum
? Og eg haldi ikki, at teir nakrantíð hava verið áhugaður í at fáa ein suðuroying sum so út í landsstýrið.
? Eg haldi tvørturímóti, at tað teir vildu hava, var ein tvøramann.
Jákup Olsen sigur í hvussu so er, at ongin hevur tosað við seg um málið, hóast hann fekk næstflestar atkvøður.
?Sjálvt Bergur Bærendsen bjóðar seg fram og tað skili eg so slett ikki, men eg haldi, at tað er ótrúliga framligt.
Tað, sum Jákup Olsen sipar til, er samrøðan, ið Dimmalætting hevði við Bergur Bærendsen har hann segði, at fekk hann tilboðið, veit hann ikki, hvat hann hevði sagt.
Tvs, at hann hevði sostatt umhugsa møguleikan.
Jákup Olsen sigur, at Bergur Bærendsen vildi ikki so frægt sum stilla upp til løgtingsvalið- og so bjóðar hann seg fram sum evni til landsstýrismann.
?Og tað er í hvussu so er at leypa bæði meg og fleiri aðrar á listanum um og tað haldi eg, er ótrúliga framligt.
? Eg bað sjálvur Bergur Bærendsen stilla upp á Tvøroyri fyri at draga fleiri atkvøður til.
? Men tað vildi hann ikki. ? Og vit manglaðu bara fimm atkvøður í at fáa mannin.
? Sostatt var tað hansara egna skyld, at vit ongan løgtingsmann fingu í Suðuroy, - ístaðin fyri at vit fingu eitt søguligt val, sigur Jákup Olsen. Hann leggur tó afturat, at tað sum er hent fær ongar avleiðingar fyri hansara viðurskifti við fólkaflokkin.