Fótbóltur
Av heimasíðuni hjá FCK frættist, at dysturin millum Herfølge og FCK verður fluttur.
Upprunaliga skuldi dysturin spælast kl. 15.00 tann 13. mei, men nú sjónvarpsrásin hevur gjørt av at senda beinleiðis frá dystinum, verður hesin ístaðin fluttur til klokkan 17.05.
Sostatt ber til hjá teimum føroyingum, sum hava møguleika at síggja TV3+, at fylgja við, hvussu leikur fer, tá teir báðir føroyingarnir fara at dystast. Møguliga verður tá talan um ein dyst millum komandi á fráfarandi meistararnar, men tað er helst ov tíðliga at siga nakað um enn.










