Jákup og teir hóraðu undan

Men avrikið hjá Herfølge í UEFA Cup ímóti svenska AIK var ikki serliga sannførandi

 

Herfølge var uppií, tá UEFA í gjár skipaði fyri lutakasti um, hvussu liðini skulu hittast í øðrum umfari í UEFA Cup. Atgongumerkið til annað umfarið tryggjaði Herfølge sær, tá teir á heimavølli hóskvøldið megnaðu 1?1 ímóti AIK Solna úr Stokholm. Fyri fjúrtan døgum síðani vann Herfølge 1?0 á Råsunda.

Men hóast fyrimunin av sigri á útivølli í fyrra dystinum, og hóast mótstøðumenninir eftir 35 minuttir fingu ein mann útvístan, so var tað ikki meiri, enn at tað eydnaðist hjá Herfølge samantalt at vinna á AIK.

Svenska liðið kom á odda seks minuttir eftir steðgin. Teir fingu brotsspark, tí ein av teirra monnum varð feldur, tá hann royndi at bróta ígjøgnum í høgru. Jákup Mikkelsen í Herfølge málinum tveitti seg til høgru fyri seg sjálvan. Bólturin kom sama vegin, men tíverri fyri Herfølge og Jákup Mikklsen, so fór bólturin akkurát undir málverjanum og í netið.

Síðstu løtuna var tað óneyðuga spennandi. Herfølge hevði bóltin meiri. Teir megnaðu ikki at samanspæla serliga sannførandi. Um AIK hevði skorað eina ferð afturat, so hevði verið neyðugt hjá Herfølge at skora tvær ferðir. Tí kendist tað strevið, hvørja ferð svenska liðið nærkaðist málinum hjá Jákupi Mikkelsen.


Venjarin høvuðsleikari

Eftir vanliga leiktíð var samantalda úrslitið 1?1. Tí var neyðugt við longdari leiktíð. Og tá var tað, at venjarin hjá Herfølge, John Faxe Jensen, gjørdist høvuðsleikari.

Faxe hevði sett seg sjálvan á miðvøllin fyri at fáa meiri altjóða royndir og tyngd í. Venjarin gekk undan í at stríðast, og tá seks minuttir vóru farnir av longdu leiktíðini, skoraði hann málið, sum bar víðari luttøku í UEFA Cup við sær. Faxe rakti bóltin klokkureint. Tað sóu 2688 áskoðarar.

Brøndby og AB spældu eisini hóskvøldið. Brøndby megnaði 0?0 á útivølli í Slovenia ímóti Osijek. Fyri tveimum vikum síðani vann slovenska liðið 2?1 í Brøndby.

Hjá AB helt málturkurin fram. Í 1. hálvleiki ímóti Slavia Prag á Gladsaxe stadion hevði AB fleiri stórar málmøguleikar, men teir komu ikki nærri enn at raka tvørtræ og stólpa. Í fyrsta minuttinum eftir steðgin og í evstu løtu skoraðu mótstøðumenninir. Harvið vunnu teir samantalt 5?0.

Umframt Herfølge fer Viborg at umboða danskan fótbólt í 2. umfari í UEFA Cup. Týskvøldið vunnu teir á heimavøllinum í Viborg 1?0 á CSKA Moskva. Fyrri dysturin endaði málleysur, og tískil var tepri heimasigurin nóg mikið hjá Viborg.

Beint áðrenn evstamark frættist, at Herfølge komandi umfarið skal spæla móti grikska AEK Athen.