Jákup og Partick spældu javnt

Tað eydnaðist ikki hjá Jákupi Mikkelsen at halda málið reint í sínum næsta venjingardysti fyri Partick Thistle

Týskvøldið spæli Partick Thistle sín triðja venjingardyst undan landskappingini, sum fer av bakkastokki tann 9. august. Jákup Mikkelsen spælir í hesum døgum við skotska Premier League felagnum við tí í hyggju at koma ásamt um ein sáttmála.
Mótstøðuliðið var 3. deildarfelagið Morton, sum hevði heimavøll, og dysturin endaði 1-1.
Partick Thistle legði seg framum miðskeiðis í seinna hálvleiki við máli frá Stuart Taylor. Partick Thistle rakti tvær ferðir tvørstongina í dystinum, men tað eydnaðist tó Morton at javna beint áðrenn leiklok við einum sera flottum máli.
? Jákup Mikkelsen spældi ein góðan dyst, og hann var tryggur, tá boð vóru eftir honum. Tað var lítið hann kundi gera við tað serstakliga flotta útjavnandi málið hjá Morton, stendur at lesa á óalmennu heimasíðuni hjá Partick Thistle (www.ptfc.net).
Hetta var tann triði venjingardysturin hjá Partick Thistle. Tann fyrsta vann Partick 6-1 á útivølli ímóti Ayr United. Tann næsta vann liðið hjá Jákupi 4-2 ímóti Bradford, og hetta var samstundis fyrsti dysturin hjá føroyska málverjanum millum stengurnar.
Leygardagin spælir Partick Thistle á heimavølli ímóti Barnsley. Síðani eru tvey smærri feløg á skránni, áðrenn fyrsta dystin í landskappingini tann 9. august ímóti Livingston.
Spennandi verður at síggja, um Jákup Mikkelsen og Partick Thistle kunnu koma ásamt um ein sáttmála.