Jákup og Leivur seta ársins lið

Ítróttarjournalistarnir seta ársins lið

Í Sportboxini á Rás2, sum var í dag, vóru Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, og Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum, gestir. Her settur teir millum annað ársins lið.

 

Í kvøld klokkan 19 verður “Ársins Spælari” tiltakið hjá Rás2 og Miðlahúsinum, sum er í sambandi við Fótbóltssambandinum. Tá verður kunngjørt hvør vinnur heiðrarnar, men her eru boðini hjá Jákupi Ósá og Leivi Frederiksen.

 

Jákup Ósá: 4-4-2

Símun Rógvi Hansen – Gert Hansen, Jonas F. Rasmussen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Árni Frederiksberg, Róaldur Jakobsen, Sølvi Vatnhamar, Michal Przybylski – Adeshina Lawal, Patrik Johannesen

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Leivur Frederiksen: 4-4-2

Trygvi Askham – Gert Hansen, Odmar Færø, Jonas F. Rasmussen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Róaldur Jakobsen, Fróða Benjaminsen, Árni Frederiksberg – Adeshina Lawal, Klæmint A. Olsen

Venjari: Sámal Erik Hentze