Í Degi & Viku í kvøld helt Jógvan Páll Lassen, advokatur, at tað mátti verið keðiligt hjá Fólkaflokkinum at hava stríðst seg til at umsita fiskivinnumál - og so at hava ein landsstýrismann, sum í ávisum málum kann gerast ógegnigur. Avleiðingin av hesum verður, at tað verða aðrir flokkar, sum koma at taka yvir í fleiri stórum avgerðum á fiskivinnuøkinum.
Jógvan Páll Lassen vísti á, at trupulleikin er í tveimum. Tann eini er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, er generelt ógegnigur í nógvum málum. Hin er, at Hanus Hansen kann rokna við ikki at fáa eina sakliga viðgerð í sínum dagliga yrki sum vinnulívsmaður.
- So, tað er báðar vegir, at trupulleikin kann vísa seg. Tú kanst hava ein mistanka um, at Hanus hevur fingið fyrimunir, sum hann als ikki hevur fingið. Í aðrar mátar kann tað eisini henda, at Hanus verður viðgjørdur serliga hart í mun til aðrar, og tað skal hann heldur ikki.
Advokaturin metti, at Hanus Hansen kann fáa stórar trupulleikar av, at Jákup Mikkelsen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og tí ivaðist Jógvan Páll Lassen í, hvussu rætt tað er av Jákupi Mikkelsen at sita við júst hesum málsøki í landsstýrinum.