Jákup er úr Vági, hann er sonur Mariu, f. Midjord, av Økrum og Martin Karl Olsen úr Vági. Hann tók prógv sum lærari á Nr. Nissum seminarium í 1962 og var lærari í Thyborøn frá 1962-63 og í Vági frá 1963 til 1991, har hann var skúlastjóri frá 1972-91. Hann var býráðslimur í Vági frá 1980-2000 og sat sum tingmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin og Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk frá 1994 til 1998. Jákup er giftur við Marnu, f. Holm, úr Vági.
Tíðindi