Á aðalfundi í Porto í Portugal 30. oktober varð Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, valdur í aðalnevndina fyri ECL. Hann varð valdur, sum umboð fyri norðurlendsku krabbameinsfeløgini (NCU).
ECL varð sett á stovn í 1980 og føroyska Krabbameinsfelagið hevur havt fullan limaskap síðan 2000.
Tilsamans eru 21 lond limir í felagskapinum. Feløgini í ECL brúka tilsamans 850 milliónir evrur í bardaganum móti krabbameini. Tilsamans hava feløgini 2.550 fólk í løntum starvi umframt 200.000 sjálvboðin.
Aðalendamálið hjá felagsskapinum er at fylgja við og ávirka heilsupolitikkin í Europa. Høvuðssætið er í Brússel.