Jákup missir armbindið

Úrslitini hjá HB hava ikki verið nøktandi seinastu vikurnar. Rættiliga óvæntað fær hetta nú ta avleiðing, at Jákup á Borg missir liðskiparabindið

Fótbóltur

 

Tá HB komandi vikuskiftið tekur ímóti NSÍ, verður tað ikki Jákup á Borg, sum fer at taka ímóti mótstøðumonnunum. Jákup hevur annars verið liðskipari hjá HB í fjør og higar til í ár, men tað heitið misti hann í gjárkvøldið.

Tá fekk hann nevnliga boð frá Rúna Nolsøe um, at hesin hevði valt Fróða Benjaminsen til álitissessin. Ein avgerð, sum venjarin váttar, men sum hann ikki vil gera nakrar serligar viðmerkingar til.

- Talan er um eina justering, sum vit hava gjørt innanhýsis, og eg haldi ikki, at tað er nakað, sum eg fari at viðgera í fjølmiðlunum, er einasta viðmerkingin, sum venjarin hevur til spurningin.

Jákup á Borg vil heldur ikki sjálvur gera tær heilt stóru viðmerkingarnar til málið.

- Sjálvandi eri eg vónbrotin. At vera liðskipari er ein heiður, og eg havi verið errin av at bera liðskiparabindið í HB. Tí kann eg ikki siga, at eg eri samdur í avgerðini hjá venjaranum. Men hinvegin er fótbóltur eitt liðspæl, og kann hetta hjálpa til at fáa glið á hjá okkum, so má tað vera tað, sigur Jákup á Borg.

 

Hálvt ár í felagnum

Fyri uttanfyristandandi kann tað tó undra, at venjarin hevur valt hetta sum ein part av loysnini upp á trupulleikarnar á HB.

Tað kann vera, at Jákup á Borg ikki hevur verið so sjónligur í ár, sum hann annars hevur verið. Men bæði á og uttan fyri vøllin er hann vanliga ein av spælarunum, sum gongur á odda. Og tað man neyvan vera so, at hann einsamallur hevur verið atvoldin til laku gongdina hjá HB seinasta mánaðin ella so.

Eitt kritik-punkt frá tí meira inkerneraða partinum av HB-viðhaldsfólkunum hevur tó verið, at tað líktist ongum, at ein fyrrverandi B36’ari skuldi bera liðskiparabindið í felagnum. Møguliga hevur talan verið um trýst á venjaranum í so máta, men er hetta argumentið, so vildi tað verið meira upplagt, um til dømis verandi varaliðskiparin, Hans á Lag, ella Andrew av Fløtum varð valdur sum nýggjur liðskipari. Eingin ivi er um, at Fróði Benjaminsen er ein av spælarunum, sum gongur á odda, tá stig skulu stríðast heim, og sum spælari er hann ein náttúrligur leiðari á vøllinum. Men enn hevur hann ikki meira enn lítið hálvt ár á baki í HB, og tá er hampuliga óvanligt, at ein spælari longu verður valdur at bera liðskiparabindið.

Men møguliga er hugsanin handan hetta, at nýggir kustar feiga best. Og sunnudagin fæst so at vita, um nýggi kusturin hjá HB er betri í so máta.