Jákup Mikkelsen vil ikki gerast partur av málinum

Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins, er fáorðaður, tá hann fær spurningar viðvíkjandi skrivingini hjá Sosialinum um løgmann, og viðurskiftini í feløgum hjá løgmanni, um hvørt hann m.a. hevur álit á løgmanni, nú Sosialurin hevur víst , at løgmaður ikki hevur givið rættar upplýsingar um feløg, hann hevur varðað av..

-Eg vil ikki gerast partur av persónligu herferðini, sum Sosialurin og Eirikur Lindenskov hava ført ímóti løgmanni í longri, er stutta viðmerkingin hjá Jákupi Mikkelsen.

Heldur ikki hevur hann hug at svara uppá, um hann hevur álit á Kaj leo Johannesen, løgmanni, men vísur støðugt til, at hann vil ikki gerast partur av hesum málinum.