Jákup Mikkelsen til B36

Jákup Mikkelsen fer komandi tvey árini at verja málið hjá B36. Avtala er gjørd millum partarnar, sum komandi tvey árini bindur landsliðsmálverjan at árstalsfelagnum.
Orsøkin til skiftið er fyrst og fremst, at Jákup gongur á læraraskúlanum í Havn, og at tað tí kann gerast møtumikið við ferðing aftur og fram hvønn dag.
Umframt at vera málverji, skal Jákup eisini virka sum málmansvenjari í felagnum.