Hann tingmaðurin við næstringastu uppmøtingini á tingfundi.
Nú síðstu gerðabøkurnar hjá løgtinginum eru skrivaðar fyri tingfundinar, sum vóru fríggjadagin síðstu viku – tá vóru fýra tingfundir, er kappingin um størstu fráverurnar broyttar nakað.
Sum vit skrivaðu í vikuni, so er Magni Laksafoss tann tingmaður, sum hevur møtt ringast upp hesa tingsetuna. Men næst honum er ikki Annika Olsen, sum vit skrivaðu. Men tað er Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður Fólkaflokins.
Tað vísir gerðabókin hjá løgtinginum, nú hon er fullførd fyri allar fundirnar. Tað vísir seg nevniliga, at Jákup Mikkelsen bara var til tann fyrsta tingfundin fríggjadagin 29. apríl. Tað var tann fundurin, har málið um broytingarnar í hjúnabandslógini varð samtykt. Men tað vórðu hildnir tríggir aðrir tingfundir hendan dagin, og tá møtti Jákup Mikkelsen ikki, og hann hevði ikki varafólk fyri seg.
Tað er soleiðis, at løgtingið telur upp, hvør er á fundi. So verða tey tingfólk, sum ikki møta, skrásett sum fráverandi. Tá fleiri fundir eru sama dag, so telur tað eyka nógv, og tað hevur tað gjørt fyri Jákup Mikkelsen, sum endaðði á næstovasta plássi.
Uppmøting hjá tingfólki fyri tingsetuna 2015 sær soleiðis út:
Sosialurin |
|
|
|
Tingsetan 2015 | burtur | fundir | % |
Magni Laksáfoss | 13 | 72 | 18,06 |
Jákup Mikkelsen | 12 | 77 | 15,58 |
Annika Olsen | 11 | 72 | 15,28 |
Jenis av Rana | 9 | 77 | 11,69 |
Kristin Michelsen | 6 | 77 | 7,79 |
Jacob Vestergaard | 5 | 72 | 6,94 |
Bárður á Steig Nielsen | 5 | 77 | 6,49 |
Helena Dam á Neystabø | 4 | 72 | 5,56 |
Kaj Leo Holm Johannesen | 4 | 72 | 5,56 |
Heðin Mortensen | 3 | 72 | 4,17 |
Sonja Jógvansdóttir | 3 | 72 | 4,17 |
Bill Justinussen | 3 | 77 | 3,90 |
Magnus Rasmussen | 2 | 72 | 2,78 |
Jørgen Niclasen | 2 | 72 | 2,78 |
Jónleif Johannesen | 2 | 72 | 2,78 |
Bjarni Hammer | 2 | 72 | 2,78 |
Bárður Kass Nielsen | 1 | 72 | 1,39 |
Pauli T. Petersen | 1 | 72 | 1,39 |
Djóni Nolsøe Joensen | 1 | 72 | 1,39 |
Bjarni Hammer | 1 | 72 | 1,39 |
Kristianna Winther Poulsen | 1 | 72 | 1,39 |
Bjørt Samuelsen | 1 | 77 | 1,30 |
Lesarin leggur kanska merki til, at hjá summum eru skrásettir tilsamans 77 tingfundir, og hjá øðrum 72. Tað er tí, at fimm tingfundir hesa tingsetuna vórðu hildnir árðenn løtingsvalið 1. september 2015. Nýggju tingfólkini hava sum vera man bara møtt á tingfundunum eftir valið – somuleiðis tey tingfólk, sum tá vóru landsstýrisfólk.










