Higartil hevur kappingarárið 2017 verið ræðuligt hjá ÍF. Fuglfirðingar eru aftast í Effodeildini við seks stigum eftir 14 umfør, og tað eru heili átta stig upp røttu megin niðurflytingarstrikuna. Støðan gjørdist ikki betur hjá ÍF fyrr í kvøld, tá ið KÍ kom á vitjan í Fuglafirði og vann 4-1. Enn eitt tap, sum merkir, at fuglfirðingar nú hava tapt heili seks dystir á rað í Effodeildini. Einsamalla málið hjá ÍF í kvøldsins dysti skoraði Dánjal á Lakjuni.
Venjarin hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, sigur, at ÍF var á sama støði sum KÍ í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var greiður munur. Hann er als ikki nøgdur við stigaúrtøkuna hjá ÍF í fyrru kappingarhálvu og sigur, at aðrir bollar skulu í súpanina í seinnu hálvu.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra ljóðsamrøðuna við Jákup Mikkelsen frá fótbóltssendingini á Rás2.