Føroyski málverjin hevur trupulleikar við lærinum og tað er sera ivasamt um hann verður klárur til dystin í morgin móti Serbia. Til venjingina í kvøld mátti hann hava ís og forbinding á lærið.
- Støðan er tann sama enn, sigur Jákup Mikkelsen, tá leikararnir fara av FK Partizan leikvøllinum eftir venjingina.
Jákup hevur leingi drigist við ein skaða og móti Italia mátti hann geva avboð. Miðja hevur nú verið ímóti at fáa klaksvíkingin kláran til dystin í annaðkvøld.
Móti endanum av venjingini í kvøld tók hann seg til lærið og steðgaði at venja. Lækni og hjálparfólk hjá landsliðnum vóru skjót at hyggja upp á málverjan.
Venjingin helt tó fram sum vanligt, tí bæði Rene Tórgarð, EB/Streymur, og Meinhard Joensen, B36, eru við á túrinum.
Væntandi verður tað ikki fyrr enn í evstu løtu, at ein avgerð verður tikin um hvør skal standa í mál í annaðkvøld.