Jákup Mikkelsen: Sambandið førir vinstrapolitikk

- Tað er heilt óskiljandi, at Sambandsflokkurin letur seg ála sundur av Tjóðveldinum, ímeðan Javnaðarflokkurin bara stendur og hyggur at. Hvussu kann Sambandsflokkurin verða farin so av leið, at teir nú føra vinnufíggindaligan og vinstravendan politikk, sum verður dikteraður av Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen, spyr Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.

Jákup Mikkelsen vísir á, at Sambandsflokkurin var avgerandi, tá løgtingið samtykti at áleggja vinnulívinum eina eyka rokning upp á nógvar milliónir í samband við lógaruppskotið um barnsins fyrsta sjúkradag.

- Harafturat hevur løgtingið (les Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og partar av Sambandinum) nú lagt seg út í arbeiðsmarknaðin við lóg. Hvørki arbeiðsgevarar ella umboð fyri fakfeløgini stuðlaðu hesi loysnini. Skuldi løgtingið við lóg gjørt broytingar hesum viðvíkjandi, vildi tað verið mest rímuligt at landskassin bar útreiðslurnar sjálvur, heldur enn at senda rokninga til onnur at gjalda, sigur Jákup Mikkelsen í viðmerkinga, hann hevur sent Sosialinum.

Hann heldur, at í politiska ruðuleikanum, sum valdar í løtuni, sær út til, at tað fer at eydnast Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal at gjøgnumføra ætlanirnar um at leggja enn fleiri byrðar og máa støðið undan vinnuni við einum tilfeingisgjaldi og eini fiskidagabúð.

- Vit hava hoyrt Kaj Leo Johannesen í fjølmiðlunum verða ímóti hesum uppskoti, so ganga nakrir dagar, so er hann fyri hesum uppskoti, so ganga nakrir dagar, so er hann ímóti, so er hann fyri - spennandi verður í komandi viku, um hann tá verður fyri ella ímóti. Álvaratos, tað er ongin stýring á okkara landi? Vit hava ein løgmann, sum vendur sum vindur blæsur. Hetta gongur ikki meir. Og hvat siga tinglimir Sambandsflokksins til hetta - vit síggja hvønn dag á tykkum, hvussu illa tit eru við - nú mugu tit verða við til at steðga hesum ørskapi, heldur formaður Fólkafloksins á tingi, Jákup Mikkelsen.

Hann sigur víðari, at uppskotið hjá Tjóveldinum um tilfeingisbúð og tilfeingisgjald er veruleikafjart tankaspinn hjá nøkrum akademikarum, sum royna at breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, fyri at varðveita ein almennan yvirbygnað, sum er ov stórur, og sum vit annars ikki hava ráð til.

- Er hetta tað, sum Sambansflokkurin vil, spyr Jákup Mikkelsen, sum er vísur, at hetta IKKI er tað, sum flestu veljarar Sambandsflokksins vilja.

- Harafturat er Poul Michelsen eisini farin av leið. Hann er eisini við uppskotinum at leggja fleiri byrðar á vinnulívið, og tað tykist sera løgið, tí tað er í stríð við politikkin hjá Framsókn. Er longu innanhýsis stíð í Framsókn, spyr Jákup Mikkelsen, sum heldur tíðina verða komna til at lata Føroya fólk tala.

- Latið okkum bara gera tað sama dag, sum komandi fólkatingsval, sigur hann.