Hóast boðini frá løgmanni vóru, at hann hevði koyrt Jákup Mikkelsen frá sambært grein 29, stk 1 í stýrisskipanarlógini, so broytti løgmaðurmaður tíðindaskrivið á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni eina løtu seinni.
Tá løgmaður fyrst skrivaði, at tað var sambært stk 1, so merkir tað, at tað eftir egnum ynski, at hann loysti landsstýrismannin frá. Men tað var ikki eftir egnum ynski, tí Jákup Mikkelsen váttar fyri Portalinum, at hann er koyrdur frá og at tað ikki er eftir egnum ynski.
Nú hevur løgmaður broytt tíðindaskrivið á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, har tað nú stendur, at tað er sambært stk 2 í grein 29 í stýrisskipanarlógini.
Grein 29 er soljóðandi:
»§ 29. Loystur skal verða úr embæti løgmaður ella landsstýrismaður, ið biður um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrismann úr embæti.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrismann og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.«










