Fríggjadagin kom svarið loksins frá Alfredo Pöge, forsetanum í altjóða felagsskapinum fyri fótbóltssøgufrøðingar og hagfrøðingar. Áðrenn Alfredo Pöge vóru vit í sambandi við Jørgen Nielsen, varaforseta í IFFHS (International Federation of Football History and Statistics), og áðrenn Jørgen Nielsen vóru vit í sambandi við Palle »Banks« Jørgensen, kendan danskan søgufrøðing og hagfrøðing innan bæði fótbólt og hondbólt. Palle »Banks« Jørgensen sparkaði bóltin til Jørgen Nielsen, sum so sparkaði bóltin víðari, og fríggjadag seinnapart sat bólturin so í netinum, og føroyskur fótbóltur hevur fingið eitt sjáldsamt og stuttligt heimsmet.
253 dagar eldri
Tað var aftaná venjingardystin á Laugardalsvøllinum millum Ísland og Føroyar tann 16. august, at Ivan Eginson Moskalenko, sum fylgir væl í altjóða landsliðsfótbólti kom fram til, at helst hevði Jákup Mikkelsen metið, sum tann elsti landsliðsmálverjin nakrantíð, sum hevur vart málið í einum FIFA skrásettum A-landsdysti. Fríggjamorgun svaraði Alfredo Pöge, forseti í IFFHS: – The oldest goalkeeper was Alexander Morten (Crystal Palace FC London), who played on 8th March 1873 for England (4:2 vs. Scotland) in London. He was on this day 41 years and 113 days. Following it is very probably that Jákup Mikkelsen is the oldest active national goalkeeper of all time. Og slíkir menn vita síni ting, og tá var búgvið at stórfegnast um eitt serligt met sett av einum føroyingi, sum fyrstu ferð var við í føroyska A-landsliðshópinum afturi í 1988.
Spældi bara ein landsdyst
Tað margháttliga við enska Alexander Morten, sum livdi millum 1831 og 1900 var, at landsdysturin í 1873 gjørdist tann einasti landsdysturin Alexander Morten spældi fyri enska landsliðið. 3.000 áskoðarar vóru til landsdystin í London millum Ongland og Skotland tann 8. mars í 1873. Árið fyri í 1872 spældu Skotland og Ongland tann fyrsta fótbóltslandsdystin nakrantíð. Hetta var tann 30. November í 1872, og endaði dysturin við javnleiki 0-0. Dysturin var spældur á West of Scotland Cricket Club´s Ground í Partick. 4.000 áskoðarar vóru til hendan søguliga dystin.
Dino Zoff var »bert« 41 ár
Dino Zoff úr Italia var 41 ár og 3 mánaðir, tá hann spældi sín seinasta landsdyst fyri Italia í 1983. Pat Jennings var akkurát 41 ár, tá hann vardi málið hjá Norðurírlandi á seinasta sinni. Ensku Peter Shilton og David James og skotski Jim Leighton vóru 40 ár, tá teir spældu sínar seinastu landsdystir sum málverjar hjá ávíkavist Onglandi og Skotlandi. Birkir Kristinsson var eisini 40 ár, tá hann vardi íslendska málið á seinasta sinni. Neville Southall var 39 ár, tá hann gavst á walisiska landsliðnum, og Bruce Grobelaar var eisini 39 ár, tá hann vardi málið hjá Zimbabwe á seinasta sinni. Jose Chilavert gavst á landsliðnum hjá Paraguay, tá hann var 38 ára gamal. Sum Gunnar Nielsen stendur í løtuni er ikki nógv sum talar fyri, at Jákup Mikkelsen fær fleiri landsdystir, men tað hevði sømt seg, at Jákup Mikkelsen slapp at siga farvæl í einum FIFA-skrásettum venjingardysti komandi ár, har hann samstundis slapp at bøta um heimsmetið hjá sær. Ítróttarsosialurin ynskir Jákupi Mikkelsen tillukku við metinum.