Jákup Martin: Vit stóðu okkum væl undir stórum trýsti (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi taka samanum 0-3 ósigurin í Klaksvík

##med2##

Hóast 0-3 tapið móti KÍ á útivølli í kvøld, so er høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi nøgdur við ymiskar tættir í spælinum.

Jákup Martin Joensen heldur, at hansara menn stóðu væl á vøllinum, arbeiddu væl og góvu ikki so ræðuliga nógvar málmøguleikar burtur móti einum sera sterkum heimaliði.

Jákup Martin er vónríkur um, at avrikini fara aftur at bera EB/Streymi stig, sum tað gjørdi í seinasta umfari móti TB.

KÍ-EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0 Ole Erik Midtskogen (16.)

2-0 Jóannes Bjartalíð (brotsspark - 33.)

3-0 Jonn Johannesen (83.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum KÍ fekk móti EB/Streymi. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tann triðja málskjúttan hjá KÍ, Jonn Johannesen, ið var fegin um at fáa møguleikan í dystinum í kvøld. 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)