Jákup Martin hevur ikki fingið bilbukt við víkingarnar

Jákup Martin Joensen hevur verið venjari í EB/Streymi í tvey ár, og enn er tað ikki eydnast at vinna stig á heimavølli ímóti Víkingi

Síðani 2019 hevur Jákup Martin Joensen verið venjari í barndómsfelagnum EB/Streymi. Tá ið Jákup Martin í síni tíð spældi við EB/Streymi, var Víkingur ikki til. Tey bæði árini, sum Jákup Martin hevur havt um stýrisvølin í Sundalagnum, hevur tað ikki eydnast honum og EB/Streymi á heimavølli at vinna stig ímóti Víkingi.

Í 2018 – árið undan at Jákup Martin tók við – átti EB/Streymur tvær ferðir heimadyst ímóti Víkingi. Tá vóru úrslitini 1-1 og 2-2. Í 2019 vann Víkingur 4-1, og í fjør vann Víkingur 2-0 og 3-2.

Síðsta sunnudag var eisini oyggjauppgerð í Hólmanum á Eiði. Ímóti ÍF endaði tað 1-1.

-Vit hava arbeitt við at fáa meiri tyngd í álopspartin, og tað haldi eg, at liðið ímóti ÍF vísti, at tað hevur. Í staðin fyri at oysa bóltar í høvdið á miðverjunum, so eydnaðist ofta at spæla fram í borðunum og so at leggja innfyri, sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi.

Veteranar á liðnum hjá Víkingi eru Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen, sum finna væl saman við røsku og evnaríku ungu monnunum, ið nú hava vunnið fast pláss á liðnum.

-Vit hava ofta havt torført við at skjóta mál ímóti liðum, sum vit verða roknaðir at vera favorittar ímóti. Soleiðis var tað eisini ímóti TB. Tíbetur eydnaðist tað at skora sigursmálið, og tað vóna vit fer at vísa seg at vera sera týdningarmikið fyri næstu dystirnar, sigur málskjúttin hjá Víkingi í 1-0 sigrinum ímóti TB Finnur Justinussen. Í fjør skoraði hann tvey mál, tá ið Víkingur vitjaði við Margáir.

Hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen skaddur í lærinum, og tað er ivasamt, um Tóki H. Johannesen (vøddaskaði) og Gutti Dahl-Olsen (lærkrikin) eru førir fyri at spæla.

Hjá Víkingi eru allir tøkir uttan Bárður J. Hansen, sum er langtíðarskaddur.

EB/Streymur – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 15.00.