Jákup Martin: EB/Streymur var betra liðið í dag (FM1)

(FM1) Hoyr ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen seta orð á eitt skuffandi tap í Sarpugerði

##med2##

- Vit vóru tað betra liðið í dag, men kynisman var munurin. Teir (Vikingur) høvdu tveir stórar málmøguleikar, og teir settu báðar inn. Vit raka innaru síðuna av stongina og bólturin rullar á hina stongina og út. Orðini eigur ein vónbrotin høvuðsvenjari hjá EB/Streymi aftaná 1-2 tapið móti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

Áðrenn Gunnar Vatnhamar í 81. minutti legði heimaliðið, Víking á odda 1-0 høvdu bæði Tóki Johannesen og Steffan Løkin rakt stongina hjá EB/Streymi. Í 89. minutti økti Gunnar Vatnhamar til 2-0. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Arnbjørn Hansen um munini til 1-2 sum gjørdist endaliga úrslitið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen aftaná dystin í Sarpugerði. 

HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá teimum trimum málunum, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við Gunnar Vatnhamar, tvímálsskjútta hjá Víkingi. 

(Samrøða við Jákup Martin Joensen)