Leygarkvøldið fara royndu tónleikararnir Jákup Marner Anthoniussen og Heini
Ziska Dahl at spæla á Skarv í Keypmannahavn
Jákup Marner og Heini byrjaðu longu tíðliga at spæla saman í bólkinum
Science Fiction. Hesin bólkurin var aktuellur sum dansibólkur víða um landið
fyri skjótt nógvum árum síðani.
Góðu røddina hjá Jákup Marneri kenna vit eisini frá m.a. sanginum ´Til allar
vinir´ við bólkinum Blátt.
Skarv letur upp kl 22.00. Jákup Marner og Heini fara á pallin um
midnáttarleiti.
Fríggjakvøldið spælir Steve Falconer á Skarv. Steve hevur í nógv undirhildið
í náttarlívinum á millum annað The Dubliners, og plagar at seta lív í við
sínum lívliga dansitónleiki. Steve spælir covertónleik hjá millum øðrum Pink
Floyd og REM.










