Ein lítil skaði í fótinum noyddi fríggjadagin Jákup á Borg til røntgenkanningar, men talan var ikki um nakað álvarsligt. Jákup hevur av og á kent okkurt argandi í fótinum, og landsliðslæknin, sum hesa ferð var Kaj Kallsberg, vildi ikki takað nøkur óráð fyri. Tí varð Jákup til røntgen-kanningar, og har varð staðfest, at einki brot var at síggja, og so var hann til reiðar at tørna út leygardagin.