##med2##
- B36 vinnur 3-1. Hetta væntar formaðurin í B36, Jákup Mørk.
- Vit eru føroyameistarar við javnleiki, og tað hava vit tá 94 minuttir eru farnir. Hetta sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1 gjørdi við formennirnar í KÍ og B36.
Seinni í dag, aftaná klokkan 17.45 fer FM1 at práta við hinar átta formennirnar hjá Betrideildarfeløgunum. Hetta er ein siðvenja sum FM1 nevnir "Formansrundan".