Jákup Mørkøre: Eg gjørdi bara sum eg var biðin

? Helena Dam á Neystabø var fult kunnað um allar sparingarnar, sum ætlanin var at seta í verk á Landssjúkrahúsinum, sigur Jákup Mørkøre

? Eg havi bara hildið meg til tað, sum eg eri biðin um at gera. Og Helena Dam á Neystabø hevur verið fult kunnað um tær sparingar sum ætlanin var at seta í verk á Landsjúkrahúsinum í ár.

Jákup Mørkøre, leiðari á landssjúkrahúsinum er ikki samdur í at hann hevur verið so ringur at hava við at gera, sum Helena Dam á Neystabø førir fram í grundgevingini fyri at siga hann upp-sí greinina omanfyri.

Vit hava fingið at vita, at í eini frágreiðing, sum hann hevur gjørt í sambandi við uppsagnina, ger hann greitt, at hann hevur ikki gjørt annað enn tað, sum hann er biðin um.

Og hann leggur eisini dent á, at landstýrismaðurin og almanna og heilsumálum hevur alla tíðina verið fult kunnaður um tey stig, sum ætlanin vóru at taka fyri at spara á Landssjúkrahúsinum.

Almanna- og heilsumálastýrið bað hann harafturat halda fram við arbeiðnum.

Tað vil siga, at Almanna og heilsumálastýrið góðtók, at tað var neyðugt at spara góðar tríggjar milliónir í lønum í ár fyri at játtanin kundi halda.


Full sparing beinanveg

Eitt nú boðaði hann fyrst í oktober stýrinum frá, at skulu fólk sigast upp, fara vit aftur í ár inn í eina ringrás, har vit hótta fólkið. Men skulu vit taka árini frammanundan sum dømi, verða hóttanirnar uttan orsøk, tí at enda broytist fíggjarkarmurin og eftir stendur bara ágangurin á starvsfólkið.

Seint í november fær hann bræv frá almanna- og heilsumálastýrinum, har hann verður mintur á, at hann er settur at reka Landssjúkrahúsið fyri tað játtan, sum verður ásett og tað verður tikið sum eitt tekin um óloyalitet at hann boðar frá, at hann ætlar at søkja um eykajáttan

Fyrst í hesum árinum var fundur millum sjúkrahúsleiðaran, læknastjóran, aðalstjóran í almanna og heilsumálastýrinum og Helenu Dam á Neystabø um fíggjarætlanina fyri 2000.

Har varð gjørt greitt, at tað komu at mangla 1,6 milliónir í til lønir.

Harafturat eru nýggjar útreiðslur uppá 1,6 millión til nýggja læknastjóran, sjúkrasystrastjóran og teirra skrivstovur í sambandi við broytingarnar í leiðslubygnaðinum.

Harafturat taka deildirnar eitt hall uppá 3,7 milliónir frá í fjør við sær til í ár.

Landsstýrismaðurin segði seg vilja royna at finna 1,6 millión til nýggju leiðsluna aðrastaðni.

Helena Dam á Neystabø helt tað tó verða neyðugt at spara 1,6 millión.

Á fundi á Landssjúkrahúsinum varð gjørt av at granska allar sáttmálar so at øll fyrilit kundi takast í sambandi við møguligar uppsagnir, m.a í sambandi við at leggja húsavørðarnar, vekslaran og sjúkraflutningstænastuna saman.


Fekk boð um at spara minst 3 milliónir

Mánadagin 10. januar gjørdi Høgni Joensen, aðalstjóri í almanna- og heilsumálastýrium súkrahúsleiðaranum varugan við, at tað bleiv neyðugt at spara minst

tríggjar milliónir í lønum á Landssjúkrahúsinum.

Hetta endurtók hann dagin eftir.

Á fundi millum sjúkrahúsleiðaran og fíggjardeildina hjá stýrinum týsdagin 11. januar, verður tað somuleiðis greitt, at tað er neyðugt at spara upp til 3,2 milliónir beinanvegin og harafturat undirskotið hjá deildunum uppá 3,7 milliónir uppá eini tvey ár.

Avtalað verður at arbeiða víðari við málinum.Sama dag kunnar sjúkrahúsleiðarin álitisfólkini, Starvsmannafelagið, Arbeiðsmannafelagið og Sjúkrasystrafelagið um tær ætlaðu broytingarnar og. Eisini hevur sjúkrahúsleiðarin fund við ein fulltrúa á fíggjardeildini um fíggjarætlanina og, hvørjir møguleikar eru.


Vildi tryggja seg

Sama dag setir sjúkrahúsleiðarin seg eisini í samband við aðalstjóran, Høgna Joensen, fyri at tryggja sær, at talan skal vera um tríggjar milliónir í sparingum og um Jákup Mørkøre skal kunna landsstýrismannin um sparingarnar.

Men tað var ikki neyðugt, tí landsstýrismaðurin var fult kunnaður, svaraði Høgni Joensen.

Seinni sama dag fekk sjúkrahúsleiðarin at vita frá fíggjarstjóranum í almanna og heilsumálastýrinum, at hann átti at boða frá fullum sparingum beinanvein, tvs, at 12 sjúkrasystrar skuldu sigast upp, heldur enn seks.

Aftur dagin eftir tosaði Jákup Mørkøre við Høgna Joensen, aðalstjóra um sparingarnar og einafeð enn spurdi hann, um hann ikki skuldi koma á fund við landstýrismannin at kunna hann um sparingarnar.

Men Jákup Mørkøre sigur, at svarið frá Høgna Joensen var tað sama, at minst 3 milliónir í sparingum var í lagi og at Helena Dam á Neystabø visti um tær.

Sjúkrahúsleiðarin var tí ikki sørt bilsin, tá ið aðalstjórin baða hann greiða landsstýrismanninum og sjúkrahúsráðnum frá ætlaðu sparingunum á fundi í sjúkrahúsráðnum hósdagin.

Tí nú var tað knappliga sum um at hvørki aðalstjórin ella landstýrismaðurin visti nakað sum helst um tær ætlaðu sparingarnar, áðrenn tær vórðu almannakunngjørdar, sigur Jákup Mørkøre.

Og síðani vórðu tær flestu sparingarnar tiknar aftur- og nú er eisini sjúkrahúsleiðarin settur frá.