Í annaðkvøld skal B36 spæla seinna dystin í undanumfarinum í Europa League móti St Joseph’s. Fyrri dysturin, sum bleiv spældur í Gundadali, endaði við javnleiki 1-1. Lukasz Cielsewicz skroaði málið hjá B36 upp á brotsspark.
Les eisini: Hetta er ein stór eykarokning
Undan dystinum í Gundadali var boðskapurin greiður. B36 skal spæla sítt spæl, sum er eygagott bóltspæl, har mótstøðuliðið verður trýst í botn. Tað eydnaðist til eitt vist, men broytingar á liðnum gjørdu, at trýstið onkra løtu í seinna hálvleiki ikki var so ágrýtið sum ætlað.
Nú lorar Jákup á Borg fyri, at liðið hevur eina B-ætlan, um tað vísur seg, at St Joseph’s ætlar at liggja í verjustøðu allan dystin, og at vøllurin er torførur at spæla á.
-Vit hava spælarar, sum eru sterkari enn teirra í luftspælinum. Skal tað til, so fara við at spæla við longum sendingum og leggja trýst á, sigur Jákup á Borg.
Helst sama uppstilling
Hóast Jákup á Borg hevur latið upp fyri, at B36 hevur ein B-ætlan við beinleiðis sendingum fram í álopið, so verður helst talan um somu uppstilling. Andrias H. Eriksen bleiv skiftur út í fyrra dystinum við skaða og er ivasamur, men er hann klárur, so spælir hann. Verður hann ikki klárur, so verður tað ein mann fyri mann útskifting.
-Ivamálið er Andrias, men um hann ikki spælir verður tað Bjarni Petersen ella Ragnar Samuelsen, sum kemur inn á høga bakkin. Bjarni Petersen er um at verða heilt klárur aftur, men eg veit eisini at Ragnar Samuelsen er ungur og hetta er fyrsta árið hjá honum, men hann hevur gjørt tað ótrúliga gott hvørja ferð hann er komin inn, sigur Jákup á Borg.
Hann sigur víðari, at talan verður um sama lið, men at tað verða onkrar broytingar innanhýsis. Millum annað væntar venjarin hjá B36, at mótstøðuliðið hevur lisið væl upp á Lukasz Cieslewicz, ið spældi væl í fyrra dystinum. Tí verður neyðugt við onkrari broyting í flytingunum á vøllinum.
-Eg eri nøgdur við fleiri ting av fyrra dystinum. Vit skulu fínpussa nøkur ting í serliga álopsspælinum, men tølini lúgva ikki. Vit vóru nógv betri, so tað er ongin orsøk at boyta alt bara tí vit ikki vunnu, sigur Jákup á Borg, sum tó hevur ein B-ætlan klára.
Vøllurin er skiftur
Tað er tiltikið torført at spæla í eitt nú Gibraltar og Andorra, tí graslíkisvøllirnir eru av gamla slagnum, har bólturin eitt nú hoppar nógv, tá tú leggur eina avlevering á vøllinum.
-Teir hava skift vøllin í januar, so vit vóna at tað er spælandi á honum. Annars royna vit minst møguligt at hugsa um tað, men vit hava ein tanka um, at spæla meiri beinleiðis, um teir leggja seg aftur og tað er torført at spæla á vøllinum, sigur venjarin hjá B36.
Eitt boð er, at Erlendur Magnusson verður fluttur longur fram, so at hann við síni styrki í renningunum og styrki í luftspælinum hann hótta meir. At enda leggur Jákup á Borg afturat, at stemningurin er góður í hópinum, hóast ferðin ikki hevur gingið sum ætlað.
B36 skal skora, um teir skulu koma víðari, tí St Joseph’s hevur munin við máli á útivølli.
Møgulig uppstilling:
B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Lukasz Cieslewicz – Meinhard E. Olsen, Erlendur Magnusson, Benjamin Heinesen – Kaimar Saag