Jákup Mikkelsen hevur boðað frá, at hann gevst sum landsliðsmálverji, eftir at Heðin Askham, fyribilssetti landsliðsvenjarin, hevur sagt Jákupi, at hann tekur Gunnar Nielsen framum Jákup.
Men í beinleiðis samrøðu í 3-2 sendingini í sjónvarparinum hjá Kringvarpinum í kvøld segði Jákup, at hann hevði skilt á Heðini Askham, at talan var um avgerð, sum galt framtíðina og ikki bara henda eina dystin.
- Um talan er bara um henda eina dystin, so havi eg misskilt Heðin Askham, og so er talan um aðra støðu enn hana, sum eg tók støðuna út frá, sigur Jákup Mikkelsen í kvøld.