Jákup Lervig framsýning hjá Dugna

Í dag klokkan 14 hevur Jákup Lervig fernisering í hølunum hjá Dugna á Hjalla í Havn.

Myndatilfarið er sera fjølbroytt, og fevnir heilt frá lýsingum av gamla býarumhvørvinum í Havnini – heilt til sera litríkar, hálv-abstraktar málningar.

Jákup er føddur í Havn, hvar hann eisini býr. Hann hevur verið fastur luttakari í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum seinastu árini. Jákup hevur áður verið við á fleiri framsýningum.

Ferniseringin er frá klokkan 14 til 17 mánadagin. Framsýningin heldur fram til og við 1. juni, og er opin allar gerandisdagar millum 9 -16.