TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við virkandi venjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen aftaná 4-2 sigurin hjá ÍF á HB í Fuglafirði í dag.
Virkandi ÍF-venjarin, sum hevur fingið seks stig í tveimum dystum stórfegnast um eitt framúr liðavrik hjá ÍF, men hann vil kortini framhevja ein spælara, og tað er Adeshina Lawal, sum skeyt hattrick fyri ÍF í dag.
- Hann spældi, sum ein dreymur, staðfestir Jákup Mikkelsen um Adeshina Lawal.