Jákup keypt fimm Accordar í 22 ár

Mikudagin 24. mars keypti Jákup Dam Jacobsen í Vestmanna sín fimta Honda Accord síðan 1982

Sp/f Norðbil:
Nýggjasti Honda Accord er fimta generatiónin, síðan Accord fyrstu ferð komu á marknaðin, og Jákup hevur síðan havt ein av hvørjum modelli.

Tá Jákup mikudagin kom eftir bilinum fekk hann heilt óvæntað blómur frá bilasøluni Norðbil. Tá vit spurdu Jákup, hví hann hevur koyrt við júst sama bilmerki í so nógv ár, svaraði hann skemtiliga: Einaferð Honda- altíð Honda.

Myndatekstur:

Jákup Dam Jacobsen fær her blómur, tá hann heintaði bilin frá Norðbil. Á myndini eru f.v. Jákup Dam Jacobsen, og brøðurnir Frits og Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil

Mynd: Magnus Gunnarsson