Jákup er ættaður av Strondum. Hann er elstur av teimum tíggju børnunum hjá Sannu og Bartal Johansen í Kass. Hann tók málsligt studentsprógv í 1944, og eftir kríggið fór hann til Keypmannahavnar, har hann gekk á Niels Brock. Síðan var hann í mong ár saman við pápanum og brøðrunum við í handilsvirksemi og útgerðarfelag á Strondum.
Í seksti árunum fór Jákup í starv hjá oljufelagnum Esso, og familjan flutti til Havnar at búgva. Hann tók við sum stjóri á Esso í 1971 eftir Esmar Fuglø, sum tá legði frá sær. Samstundis sum Jákup var stjóri á Esso, læs hann til prest og røkti onnur álitisstørv.
Í 1980 segði hann seg úr stjórastarvinum og tók við sum prestur á Nesi i Eysturoy, har hann var sóknarprestur til 1994.
Frá ungum av var hann virkin í heimamissiónini, og var hann eitt skifti formaður fyri føroysku heimamissiónini.
Jákup Kass giftist í 1949 við Onnu Johansen, sum eisini er ættað av Strondum. Tey fingu trý børn: Marjan, Bartal og Karin.
-red










