Toppdysturin hetta umfarið var í Gundadali, har B36 og KÍ møttust. B36 vann 3-2. Talan var um fyrsta ósigurin hjá KÍ hetta kappingarárið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup B. Andreasen hjá KÍ aftaná dystin.
Jákup B. Andreasen heldur, at KÍ manglaði tað seinasta fyri at koppa dystin. Tað harmar Jákup B. Andreasen, at B36 fekk nøkur mál í støðum har KÌ ikki sá so gott út.
Sambært Jákupi B. Andreasen hevði B36 ikki nógv fleiri málmøguleikar enn teir sum førdu til tey trý málini.
Hugtungur staðfestir Jákup B. Andreasen, at KÍ hevur tapt tveir dystir innan fýra dagar, men hann slær fast, at KÍ fer at reisa seg, og fer at venda gongdini skjótt.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum, ið komu í dystinum millum B36 og KÍ, og samrøðan Tróndur hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrast HER