ÚTBÚGVING: Hvussu brúkti Barak Obama teir sosialu miðlarnir, tá hann vann amerikanska valstríðið í fjør?
Hetta var ein av spurningunum, sum leirvíkingurin Jákup Justinussen setti sær fyri at kanna í sambandi við høvuðsuppgávu hansara sum Bachelor í Samskifti og Miðlum á Bournemouth University í Onglandi.
Høvuðsuppgávan snúði seg um amerikanska forsetavalið í 2012 og hvussu sosialir miðlar vórðu brúktir sum partur av hesum.
- Eg hugdi serliga eftir Facebook-kampagnuni hjá Obama, og hvussu Internetið og sosialir miðlar hava broytt politiskt samskifti, sigur Jákup Justinussen við Portalin.
Hann kannaði eisini, hvussu fólk engagera seg øðrvísi í politiskum valstríði við brúki av sosialu miðlunum.
Uppgávan kallaðist Obamas 2012 Facebook Campaign: Political Communication in the Age of the Like Button.
Líkt er til, at evnið var væl valt og væl lýst og frágingið, tí hann fekk besta karakter í sínum árgangi fyri uppgávuna - tað sum svarar til eitt 12-tal.
Ikki nóg mikið við tað. Hann skal haraftrat leggja sítt arbeiði fram á eini akademiskari ráðstevnu á universitetinum í Milan í døgunum 19. og 20. september.
Tað er felagsskapurin European Communication and Education Research (ECREA), sum stendur fyri ráðstevnuni, hvørs heitið er Nýggj rák innan politiskt samskifti.
Granskarar úr øllum Europa innan politiskt samskifti koma her saman at leggja fram sína gransking, og læra um ta nýggjastu granskingina innan økið. Seinni er ætlanin at geva uppgávuna út í einum akademiskum tíðarriti.
Jákup Justinussen fer annars at halda fram við lesnaði sínum í Onglandi. Hann fer í september á universitetið í Southampton at lesa masters í Digital Marketing.