Jákup Jacobsen hevur í dag keypt Yndi, soleiðis at hann einsamallur eigur venjingarmiðstøðina yviri við Strond í Havn Jákup Jacobsen keypti seg inn í fyritøkuna í august í fjør. Tá varð avtalað, at hann seinni kundi keypa restina av fyritøkuni. Tað hevur Jákup Jacobsen nú gjørt.
Í dag skrivaði hann undir sáttmálan, sum segði, at hann er einsamallur eigari í fyritøkuni, meðan hini báðir ? Regin Vágadal og Høgni Mikkelsen ? takka fyri seg.
Keypið kemur ikki at merkja Yndi í dag ella í morgin, men Jákup Jacobsen avdúkar tó, at hann hevur ætlanir við Yndi Fitness:
? Yndi fer nú undir at spreiða sínar veingir, har vit arbeiða fram ímóti at lata eitt fitness-centur upp aftrat í Havn, umframt eitt í Vágum, Runavík og Klaksvík, sigur nýggi eigarin av Yndi Fitness.
Hann fær illa sett dato á, nær nýggi venjingarmiðstøðirnar fara at lata upp kring landið, tí, sum hann sigur, so er hetta í ein stóran mun ein hølisspurningur. Jákup Jacobsen vónar tó, at vit í marsmánaði í ár hava fingið eitt Yndi Fitness aftrat í Havn ella Klaksvík.
Jákup Jacobsen hevur arbeitt í Yndi Fitness síðani fyritøkan byrjaði í 2004. Í august í fjør keypti hann seg, sum sagt, inn í fyritøkuna. Tá fór Elsa Maria Bærentsen úr fyritøkuni, men Jákup Jacobsen útihýsir ikki, at hon kanska kemur upp í aftur fyritøkuna nú.










