Stóran part av seinna hálvleiki var Jákup Mikkelsen ikki nógv meira enn hálvur í B36-málinum. Øll málspørt vórðu hesa løtuna tikin av Klæmint Matras, eins og talan bert gjørdist um tað eina útsparkið við vinstra! seinasta hálva tíman.
Eg fekk ein skaða í lærkrikan, og so var tað best at taka tað róligt.
Men longu mikudagin er dystur aftur, umframt at landsliðið skal avstað beint eftir hetta. Verður tú tøkur til hesar dystirnar?
Tað veit eg ikki. Mána- og týsdagin taki eg mær so av løttum, og so mugu vit síggja, hvussu leikur annars fer. Men verður tað ikki betri, enn tað er í løtuni, so er ikki hugsingur um at spæla, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin sunnudagin.