Jákup Mikkelsen er ikki ógegnigur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað er niðurstøðan, sum Annfinn V. Hansen, advokatur, er komin til. Anfinn var eisini millum teirra, sum smíðaðu stýrisskipanarlógina.?
Tað var løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum eftir nógv kjak í miðlunum um gegnið hjá Jákupi Mikkelsen sum fiskimálaráðharra, ið bað landsstýrismannin útgreina í hvørjum føri, hann er ógegnigur.??
Høvuðsorsøkin til kjakið er, at systir stórreiðaran, Hanus Hansen, er gift landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Í hesum sambandi hevur verður víst til, at Jákup Mikkelsen eftir ávísari grein fyrisitingarlógini kann gerast ógegnigur, tá ræður um avgerðir á fiskivinnuøkinum.??
Danski serførðingurin í umsitingarrætti, Sten Bønsing, sum er lektari á Universitetinum í Aalborg, segði við Norðlýsið herfyri, at lógin skal lesast á tann hátt, at landsstýrismaðurin ikki kann viðgera sína egnu familju, men at lógin sigur einki um familjuna hjá konuni. Talan er um skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni.??
Ikki ógegnigur
Jákup Mikkelsen hevur nú sent løgmanni eina løgfrøðiliga niðurstøðu, sum Annfinn V. Hansen, advokatur, hevur gjørt.??
Í niðurstøðuni stendur at lesa, at "... í stuttum kann sigast, at tað ongantíð kann verða talan um ógegni samsvarandi fyrisitingarlógini §3, stk. 1, nr. 2, sum viðvíkur ógegni orsaka av familju, tí familjan hjá hjúnarfelaga tygara er ikki fevnd av ásetingini. Tá tað hevur verið ført fram, at tygum eru ógegnigur orsaka av familjuviðurskiftum, er talan um eina misskiljing av rættarreglunum. Sjálvt, tá talan kundi verið um ógegni eftir fyrisitingarlógini, er hetta ongantíð galdandi, tá talan er um at gera uppskot til lóggávu at leggja fyri løgtingið, tí hendan uppgávan hjá einum landsstýrismanni er ikki umfatað av fyristingarlógini..."??
Ikki nóg ítøkiligt
Annfinn V. Hansen leggur aftrat, at "... vanlig yvirskipað umsitingarlig mál, sum t.d. fiskivinnusamráðingar, býti av fiskirættindum til bólkar og líknandi, vilja vanliga ongantíð verða fevnd av ógegnisreglunum, tí sambandi verður ov fjart til at staðfesta, at ítøkilig seráhugamál eru til staðar, ið gera tygum ógegnigan. Tað, at Hanus Hansen, er partaeigari í einum felag, sum møguliga kann fáa gagn av hesum á jøvnum føti við onnur feløg/persónar, er ikki nóg ítøkiligt til at staðfesta ógegni, hóast tit til dømsi máttu verið vinir. At hann er bróður konu tygara, hevur í sær sjálvum ongan týdning í mun til fyrisitingarlógina..."??
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur kunnað løgmann um niðurstøðuna hjá Annfinni V. Hansen, advokati.