Jákup ikki beinbrotin

? Fóturin sær øgiligur út, men eg hevði kalt umslag um alla tíðina, og longu í flogfarinum á vegnum byrjaði eg at kenna meg betur. So talan er hóast alt ikki um nakað brot, sigur Jákup á Borg við Sosialin í dag.

 

Tá Jákup á Borg bleiv skaddur, hevði Brian Kerr, landsliðsvenjari, brúkt allar sínar tríggjar útskiftingar. Tískil kom Jákup á Borg haltandi inn aftur á vøllin, har hann ikki fekk gjørt nógv seg.

Eftir dystin gekk Jákup á Borg á høkjum, men nú er altso greitt, at talan ikki er um nakað beinbrot hjá honum.