Jákup hevur sæð reytt

Støðan er framvegis 1-0 til HB í grannauppgerðini ímóti B36.

Eftir leiðslumálið hjá Andrewi av Fløtum longu í 5. minutti hevur B36 roynt at trýsta, meðan HB hevur bíðað eitt sindur.

Einki mál er komið, og nú eru fyritreytirnar hjá B36 versnaðar. Jákup á Borg er rikin av vølli, og harvið spælir B36 við tíggju ímóti ellivu HB spælarum.