Sosialurin skrivar í dag, at venjarin hjá HB, Rúni Nolsøe, hevur tikið avgerð um, at Jákup ikki longur er liðskipari í felagnum.
Venjarin vil ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til málið, sum hann kallar ein innanhýsis justering, sum hann ikki fer at viðgera í fjølmiðlunum.
Jákup á Borg váttar, at hann ikki longur er liðskipari, men hann er harmur um avgerðina.
- Sjálvandi eri eg vónbrotin. At vera liðskipari er ein heiður, og eg havi verið errin av at bera liðskiparabindið í HB. Tí kann eg ikki siga, at eg eri samdur í avgerðini hjá venjaranum. Men hinvegin er fótbóltur eitt liðspæl, og kann hetta hjálpa til at fáa glið á hjá okkum, so má tað vera tað, sigur Jákup á Borg við Sosialin.
Nýggjur liðskipari verður ístaðin Fróði Benjaminsen.
Jákup á Borg, sum hevur spælt 51 landsdystir fyri Føroyar, skifti í 2004 til HB úr B36. Síðani í fjør hevur hann verið liðskipari á Formula-liðnum hjá felagnum. HB hevur ikki vunnið, síðani teir 20. apríl vunnu 2-1 á KÍ. Síðani hava teir spælt tveir málleysar í landskappingini, og hava tapt hálvfinaluna i steypakappingini.