Jákup: Hetta er øðiliga frustrerandi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jákup á Borg er bersøgin út um tað vanliga, tá hann skal lýsa dómaraavrikið hjá Roomer Tarajev úr Estlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Jákup á Borg, aftaná B36 var útsligið í Champions League uppá eitt mál, sum móstøðuliðið úr Malta, FC Valetta skoraði á útivølli. B36 vann 2-1 í kvøld, men Valetta vann 1-0 á Malta, og har liggur munurin.

 

Jákup á Borg var bersøgin útum tað vanliga, tá hann skuldi seta orð á avrikið hjá estiska dómaranum, Roomer Tarajev. Jákup hevur lagt altjóða dystir fyri B36, HB og tað føroyska A-landsliðið, og 36 ára gamal suffar hann, at smátjóðirnar fáa ongantíð nakrar dømingar við sær.

 

Jákup á Borg er eins og Hanus Thorleifsson harmur um, at teir ikki fingu demmað upp fyri málinum, sum Valetta fekk, sum gjørdist tann alt avgerandi munurin. 

 

Dreymurin hjá Jákupi á Borg var at vinna seg víðari í Europa á fyrsta sinni, og hann heldur tað verða nógv fyri, at ein vánaligur estiskur dómari skal verða atvoldin til, at hetta ikki gjørdist veruleiki. Jákup á Borg ivast í, um tey gomlu beinini fara at uppliva enn ein evropeiskan dyst, og ásannar, at dysturin ímóti Valetta helst var tann seinasti, evropeiski dysturin hjá honum.