Jákup helt tætt á besta liðnum

Føroyski landsliðsmálverjin hevði roknað við, at hann skuldi sita á beinkinum, men leygardagin fekk hann boð um, at hann skuldi spæla, og tað gekk væl

TIPPELIGAN

Leygardagin høvdu vit her í blaðnum samrøðu við Jákup Mikkelsen. Tá segði hann, at um alt fór at verða, sum venjarin í Molde hevði ætlað, so fór Jákup at sita á beinkinum, tá Molde í fyrsta umfarinum í landskappingini fór at fáa vitjan av Brann úr Bergen. Men soleiðis gekk tað ikki.
Jákup Mikkelsen var í Molde málinum allar 90 minuttirnar, og tað gekk væl. Eingin bóltur fór í málið hjá Jákupi, og Molde vann 2?0. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1995, at Molde vann heimadystin ímóti Brann Bergen, so tað átti at boða frá góðum.
Saman við fimm liðfeløgum fær Jákup Mikkelsen frá VG eitt fimm tal fyri avrikið. Ein av viðspælarunum fekk seks, ein trý og hinir fingu fýra.
Ætlanin var annars, at Eddie Gustafsson, sum hevur ættarbond til Bahama oyggjarnar, og sum Molde í heyst keypti úr IFK Norrköping, skuldi vera málverji. Men hann varð ryggskaddur leygardagin, og so sóu teir 6.204 áskoðararnir Jákup Mikkelsen verja Molde málið.
Íslendingurin Andre Sigthorsson setti hol á í 13. minutti. Hann var fyrstur á, eftir at Brann málverjin hevði hálvbjargað frísparksroynd. Brann royndi at koma afturíaftur, og í 2. hálvleiki løgdu teir nógv fyri í álopspartinum, men teir spældu seg ikki til nógvar málmøguleikar, og Jákup tók sær av tí, sum kom innanfyri málrammuna. Í 1. hálvleiki var kortini um reppið, at tað endaði galið. Eftir innlegg úr høgru varð úr trimum metrum stútað upp um Jákup, men bólturin tók tvørtræið.
Tá tað restaðu tríggir minuttir, staðfesti Anders Hesselgaard heimasigurin. Og so er spurningurin, hvussu tað verður við málverjuplássinum í næsta dystinum.
? Vit hava vant meiri í vetur, enn Molde hevur gjørt undanfarnu vetrarnar, sigur venjarin Gunde Bengtson. Hann ætlar, at Molde í hvussu so er skal vinna silvurkrónurnar. Tað gjørdu teir í 1998 og í 1999.

Rosenborg tapti
Stóra samrøðuevnið eftir fyrsta umfarið í tippuliguni er, at Rosenborg tapti fyrsta dystin á heimavøllinum í Tróndheimi. Úrslitið ímóti Odd Greenland var 0?1. Norskir fjølmiðlar vita at siga, at hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at Rosenborg hevur tapt á heimavølli í fyrsta umfarinum í tippuliguni.
Gamla føroyska felagið í tippuliguni, Sogndal, greiddi 3?3 á útivølli ímóti Moss, men tað vóru teir neyvan nøgdir við. Tá tað restaðu 20 minuttir, var Sogndal frammanfyri 3?0. Fimm minuttir undan leikloki var 3?3, og teir á heimaliðnum iðraðu seg um, at teir ikki fingu sigursmálið. Teir høvdu møguleikar til tað.
Lillestrøm, sum verður mett at vera argasti kappingarneytin hjá Molde í kappingini við Rosenborg, vann 2?0 á heimavølli ímóti Viking úr Stavanger. Hini úrslitini vóru: Vålarenge?Bodø/Glimt 1?1, Bryne?Lyn 0?1 og Start?Stabæk 1?1.