Jákup helt tætt

Næstbesta liðið hjá Molde vann mánakvøldið fyrsta dystin í hesum kappingarárinum

Tað kennist neyvan serliga avbjóðandi hjá einum landsliðsmálverja, sum hevur staðið andlit til andlit við nógvar av teimum bestu spælarunum í Europa, og sum hevur smakkað rákan av at vinna danska meistaraskapin í fótbólti.
Lítla avbjóðingin, sum tað verður sipað til omanfyri, er tann, sum vit kunnu ímynda okkum, at tað er hjá Jákupi Mikkelsen at verja málið á næstbesta liðnum hjá Molde. Men Jákup hevur ein sera professionellan hugburð til fótbóltin, og sjálvandi gjørdi hann sítt besta. Tað er í málinum á næstbesta liðnum og undir venjing, at hann skal sannføra um, at hann eigur at vinna plássið í málinum á besta liðnum. Tann sessin hevði Eddie Gustafsson sunnudagin.
Næstbesta liðið hjá Molde spælir í 2. deild, sum er triði besta deildin í Noregi. Mánakvøldið spældu teir á heimavølli ímóti Larvik. Molde vann 1?0. Málið fingu teir í 69. minutti. Dysturin varð spældur á graslíkisvølli í Molde.