Jákup helt púra tætt

Molde styrkti um fjórða plássið og er á veg í europeiskan fótbólt


 

NOREG


Tað er framvegis ógreitt, um Jákup Mikkelsen fer at taka av tilboðnum, sum hann hevur um framhaldandi at spæla í Molde.

Sunnudagin var triði síðsta umfarið í tippuliguni á skránni, og Jákup Mikkelsen gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum. Molde var á vitjan hjá Stabæk. Einki mál fór ígjøgnum hjá føroyska landsliðsmálverjanum. Molde skoraði eina ferð, og harvið styrktu teir um sína støðu á fjórða plássinum, sum ber atgongd til UEFA Cup kappingina við sær.

Molde skoraði í 26. minutti. Bernt Hulsker var leysur, og hálvfluktaði framvið Stabæk málverjanum.

Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið heilt nógv. Men teir fingu ikki bóltin inn um Jákup Mikkelsen. Tættast við vóru teir, tá teir sendu fríspark í tvørtræið.

Komandi sunnudag skal Molde spæla á heimavølli ímóti Brann úr Bergen, sum leingi var við í toppinum, men sum nú er dragnað eitt sindur. Hjá Molde kom tað sunnudagin illa við, at tríggir av lyklaspælarunum fingu gult kort og verða leikbannaðir komandi sunnudag.


Rosenborg eina ferð afturat

Í toppinum hevur Lilestrøm leingi verið stór hóttan ímóti Rosenborg, sum nógvu tey seinnu árini hevur verið suverent í Noregi. Men nú bendir alt á, at Rosenborg fer at endurvinna meistaraskapin. Tað ber ikki til at siga annað, enn at teir í Tróndheimi ? vinarbýnum hjá Klaksvíkini! ? eru óførir, tí teir stríðast í Europa Cup fyri meistaralið samstundis, sum teir stríðast fyri at endurvinna NM.

Í síðstu viku kom Rosenborg hópin nærri meistaraskapinum. Týskvøldið megnaði Lillestrøm bara 3?3 á heimavølli ímóti Odd, og leygardagin vann Rosenborg 2?1 á útivølli ímóti Lillestrøm.

Kurt Mørkøre er farin úr Klaksvík og aftur til Sogndal. Men hann var ikki á vøllinum sunnudagin. Sogndal, sum er komið undan øllum vanda fyri niðurflyting, hevði vitjan av botnliðnum Bryne. Sogndal var á odda 1?0 í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki kiksaði tað púrasta. Bryne vann 4?1 og lyfti seg harvið burtur av tveimum teimum aftastu plássunum, sum bera beinleiðis niðurflyting við sær.