Noreg
Saman við liðfeløgunum úr Molde er Jákup Mikkelsen farin undir fyrireikingarnar til komandi kappingarárið.
Í løtuni er liðið á venjingarlegu í Spania, og har høvdu teir mikukvøldið eina stóra uppgávu, tá teir skuldu royna seg móti Malaga, sum í løtuni er á 11. plássi í bestu sponsku deildini, og hava teir fyri stuttum tikið stig frá oddaliðnum, Real Madrid..
Tað eydnaðist tó Molde at spæla ein málleysan 0-0 javnleik, og úr einum føroyskum sjónarhorni var hugaligt at staðfesta, at Jákup Mikkelsen var á vøllinum í samfullar 90 minuttir.
Tað hevur annars tykist eitt sindur ivasamt við lagnuni hjá føroyska landsliðsmálverjanum, tí hóast hann hevur longt sáttmálan við Molde, so er kappingin um málverjasessin sera hørð, nú felagið hevur keypt evnaríka svian, Eddie Gustafsson.
Hesin mátti tó taka til takkar við beinkinum hesaferð, og hóast talan bert er um venjingarlegu og hóast sviin ivaleyst eisini fer at byrja í øðrum dystum á ferðini, so man tað á ongan hátt telja niðureftir hjá Jákupi, at hann helt málið reint í fyrstu royndini á ferðini.