Jákup helst fyri Jacob

Nú Jacob Vestergaard er farin í sessin sum fiskimálaráðharri, ið Jákup Mikkelsen mátti úr í gjár, er ikki óhugsandi, at Jákup Mikkelsen fer í ábyrgdarsessirnar, sum Jacob Vestergaard hvði í Løgtinginum.

Enn hevur Fólkaflokkurin ikki alment tikið nakra støðu, men tað er væl hugsandi, at Jákup Mikkelsen yvirtekur sessin í fíggjarnevnini, eins og hann gerst formaður í Uttanlandsnevndini.

Allir hinir royndu politikararnir í flokkinum sita longu í ábyrgdarsessum, nevniliga í landsstýrinum ella sum løgtingsformaður.

Undantikin er Bjarni Djurholm, sum umframt Jákup Mikkelsen er einasti tinglimur floksins við drúgvum royndum.

Tað er tí ein møguleiki fyri, at Bjarni Djurholm kann fáa ein av teimum trimum ábyrgdarsessunum, sum Jacob Vestergaard hevði fram til í dag. Umframt nevndarsessirnar var Jacob Vestergaard eisini politiskur formaður á tingi fyri Fólkaflokkin.

Tingfundur verður í morgin, men tað skilst á lagnum, at Fólkaflokkurin ikki neyðturviliga hevur skipað seg av nýggjum áðrenn tann fundin.