Jákup heldur møguleikin er ikki so lítil

Hetta var næstan so gott, sum tað kundi verða, sigur B36 venjarin, sum sær møguleika at vinna seg víðari í kappingini

Tað ráddi um at vinna og í hvussu so er um at syrgja fyri, at mótstøðuliðið ikki skoraði í Gundadali.

Soleiðis segði B36 venjarin Jákup á Borg undan vitjanini av OFK Titograd úr Montenegro.

B36 var heilt væl við í fyrra hálvleiki, tá ið Meinhard E. Olsen hevði risa møguleika at leggja B36 framum. Tað eydnaðist ikki, og eftir steðgin vóru gestirnir omaná. Tað eydnaðist teimum ikki at skora, og tað er B36 venjarin Jákup á Borg heilt væl nøgdur við:

-Hetta var næstan so gott, sum tað kundi verða. Best hevði verið at vunnið, og so var tað næstbesta, at teir ikki skoraðu á útivølli, sigur B36 venjarin Jákup á Borg, og hann heldur fram:

-B36 spælir altíð framrættað, og harvið vinna vit okkum altíð málmøguleikar. Um tað eydnast at umseta ein møguleika til mál, so skal mótstøðuliðið skora tvey mál fyri at vinna á okkum.

 

Tað verður roknað við nógvum hita á Balkan, tá ið B36 skal spæla har niðri um eina viku:

-Venjarin hjá OFK Titograd segði við meg, at hitastigini eru fjøruti. Kanska segði hann tað í skemti, men vit vita, at hitin verður nógvur. Tí ræður um hjá okkum at fyrireika okkum væl – bæði so og so. Vit fara av landinum leygardagin, og so verður tað venjing, hvíld, góður og sunnur matur og vatn í røttum mongdum, sigur B36 venjarin.

 

Tá ið føroysk lið spæla ímóti teimum, sum eru yrkisspælarar, so ræður altíð um at ansa eftir, at ferðin ikki er ov høg, og at steðgirnir í sambandi við deyðbóltsstøður eru nógvir, og at teir eru so langir, sum tað ber til. Hetta verður serliga týdningarmikið hóskvøldið, tá ið B36 fer at spæla Stadium FK Mladost í Podrorica í Nontenegro.

 

B36 – Titograd Montenegro 0-0

Europa League

Innleiðandi umfar fyrri dystur

Á Ovara vølli í Gundadali hósdagin 12. juli 2018 kl. 19.00

Dómarabólkur úr Litava: Aleksandrs Anufrijevs, Valdis Koritko, Denis Sevcenko og Mareks Kere (4. dómari)

B36: Rói Mørk Hentze – Ragnar Samuelsen (Gilli Samuelen, 83.), Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 76.) – Erlendur Magnusson (Benjamin Heinesen, 69.), Lukasz Cieslewicz, Meinhart E. Olsen – Kaimar Saag

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trygvi Askham, Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Lukasz Cieslewicz

Venjari: Jákup á Borg

Hjálparvenjari: Fróði Clementsen

Titograd: David Ljuljanovic - Marko Roganovic, Branko Odjanic, Milos B. Radulovic, Ivan Novovic - Marko Milikovic, Jovan Nikolic, Pjeter Ljuljdjuraj - Zoran Petrovic (Vojin Pavlovic, 61.), Ivica Jovanovic (Mirko Raicevic, 71.), Vasko Kalezic

Gult kort: Milos B. Radulovic

Venjari: Aleksandar Miljenovic

 

--

 

LIÐUGT

0-0

 

90) 0-0

Tríggir minuttir eru lagdir aftrat.

 

88) 0-0

611 eygnavitni eru í Gundadali, har B36 arbeiðir fyri at varðveita málleysa javnleikin.

 

83) 0-0

Dagsskráin hjá B36 er nú at stríðast fyri at halda tørn. Heimamenninir tykjast vera sera troyttir.

 

82) 0-0

B36 skiftir út: Gilli Samuelsen avloysir Ragnar Samuelsen. Benjamin Heinesen verður fluttur aftur á vongverjan í høgru, og Gilli verður framrættaður í høgru.

 

81) 0-0

GULT KORT: Lukasz Cieslewicz fyri ógvusliga takling.

 

78) 0-0

Illa kroysta B36 var um reppið at gera sjálvmál, men tað endaði við hornasparki, sum einki spurdist burturúr.

 

75) 0-0

B36 skiftir út: Hugin Samuelsen avloysir Magnus Holm Jacobsen.

 

73) 0-0

Nú stendur á hjá B36, sum síðstu løtuna hevur verið illa spert. Fleiri spentar støður eru í B36 brotsteiginum, gestirnir leggja nógv fyri í álopunum, og Rói Mørk Hentze í B36 málinum hevur bjagað fleiri ferðir.

 

68) 0-0

B36 skiftir út: Benjamin Heinesen avloysir Erlend Magnusson.

 

64) 0-0

B36 er heilt væl við og vísir sannførandi avrik, men tað verður framvegis bíðað eftir, at úrtøka skal spyrjast burturúr.

 

56) 0-0

Nú var um reppið, at gestirnir løgdu seg framum, men Rói Mørk Hentze bjargaði.

 

55) 0-0

Lukasz Cieslewicz einmansavrik, og tað er heilt vandamikið, uttan at nakað spyrst burturúr.

 

54) 0-0

Nú var um reppið, at bólturin endaði í B36 málinum, tá málverjin var ov uttarlaga staddur, men á ein ella annan hátt eydnaðist honum at bjarga.

 

52) 0-0

B36 leggur sannførandi fyri, og eftir tvey fríspark hava støðurnar verið spennandi í brotsteiginum.

 

46) 0-0

Teir somu eru á vøllinum, sum vóru við frá fyrsta bríksli.

 

Dómarin hevur bríkslað síðstu ferð í fyrra hálvleiki í Gundadali. B36 spælararnir eiga at vera væl bøgdir við góða avrikið higartil.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Einki verður lagt aftrat.

 

42) 0-0

Fínt B36 álop sum endar við, at Alex Mellemgaard leggur flatt innfyri, og lukasz Cieslewicz stýrir - eitt sindur kroystur og úr 16 metrum - bóltin uppum málið.

 

40) 0-0

GULT KORT. Magnus Holm Jacobsen fyri fríspark.

 

38) 0-0

Magnus Holm Jacobsen sneiðir seg leysan og smekkar til úr átjan metrum, men verjan blokerar.

 

36) 0-0

Gestirnir vinna sær horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

 

33) 0-0

B36 spælir skilagott og við stórum sjálvsálitið. Heimaliðið er leikliga omaná, men tað verður bíðað eftir upplagda møguleikanum.

 

30) 0-0

B36 er aftur tætt við, tá ið Erlendur Magnusson leggur innfyri úr vinstru, men tað spyrst einki burturúr.

 

27) 0-0

B36 hevur gott tak á spælinum. Nú samanspældu Alex Mellemgaard og Meinhard E. Olsen í vinstru. Tað kendist vandamikið, men bólturin fór skeivu megin stólpa, tá ið tað varð lagt innfyri.

 

23) 0-0

GULT KORT. Eli Falkvard Nielsen sær gult, tí dómarin metir, at hann hevur sligið ein av mótstøðumonnunum. Hatta tóktist ikki tilvitað og í B36 skýlinum geva tey til kennar, at tey eru misnøgd. Einki spyrst burturúr, tá ið tað við frísparki verður lagt innfyri.

 

17) 0-0

Eftir horna úr vinstru er støðan spent í B36 brotsteiginum, men B36 megnar at spæla seg úr tronganum.

 

15) 0-0

B36 hevur av álvara fótað sær. Tað gongur javnt á, men talan er ikki um upplagdar málmøguleikar.

 

09) 0-0

tað er sjáldan, at føroysk feløg fáa so stóran møguleika í altjóða fótbólti. Stungið var fram ímillum, har Meinhard E. Olsen varð púra leysur mitt fyri. Málverjin leyp út, og Meinhard lyfti bóltin bæði uppum málverjan og málið.

 

08) 0-0

Odmar Færø ger fríspark á brotsteigarmarkinum í vinstru og fjúrtan metrar úr málinum, men tað spyrst einki burturúr.

 

06) 0-0

B36 hevue fótað sær og nú eydnast at spæla úr trýstinum, sum gestirnir fyrstu løtuna hava havt.

 

03) 0-0

Nýtt horna, men tað spyrst ikki annað burturúr enn innkast til B36.

 

01) 0-0

Gestirnir leggja øgiliga bragdliga fyri. Eftir horna úr høgru verður stútað ímóti málinum, og B36 bjargar á málstrikuni.

 

00) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Gundadali.

 

00) 0-0

Mihal Przybylski er ikki á listanum hjá B36. Tað kemst av, pappírsarbeiðið var ikki komið uppá pláss fyri midnátt.

Hannes Agnarsson er ikki á listanum, tí hann er skaddur. Benjamin Heinesen, sum hevur spælt flestu dystirnar, er á beinkinum, og bæði Robert Heðin Brockie og Andrias H. Eriksen eru skaðadarvaðir og sita á beinkinum.

 

B36 – Titograd Montenegro 0-0

Europa League

Innleiðandi umfar fyrri dystur

Á Ovara vølli í Gundadali hósdagin 12. juli 2018 kl. 19.00

Dómarabólkur úr Litava: Aleksandrs Anufrijevs, Valdis Koritko, Denis Sevcenko og Mareks Kere (4. dómari)

B36: Rói Mørk Hentze – Ragnar Samuelsen (Gilli Samuelen, 83.), Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 76.) – Erlendur Magnusson (Benjamin Heinesen, 69.), Lukasz Cieslewicz, Meinhart E. Olsen – Kaimar Saag

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Trygvi Askham, Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie

Venjari: Jákup á Borg