Søgurnar hava verið nógvar síðstu vikuna. Sunnukvøldið endurtók Jákup Mikkelsen tað í útvarpinum, sum hann segði, tá hann fyrst í september var heima í sambandi við landsdystin ímóti Skotlandi. Hann ynskti at sleppa burtur úr Molde, tí hann ikki fær møguleikan á besta liðnum.
Í Klaksvík hevur verið nógv tos um, at Jákup Mikkelsen skuldi vera spælandi venjari hjá KÍ, og møguleikin fyri, at málverjin skuldi flyta til okkurt annað útlendskt felag hevur eisini verið nevndur. Men nú er veruleikin tann, at Jákup Mikkelsen verður í Molde.
- Eitt ár er eftir av sáttmálaskeiðnum. Eg havi spurt meg fyri, um tað var møguligt at sleppa leysur nú, men venjarin, Gunde Bengtsson, hevur verið avgjørdur í, at teir hava brúk fyri mær, so vit fara ongan veg.
Ert tú vónbrotin ikki at sleppa burtur?
- Tað kann vendast báðar vegir. Tað er ikki nøktandi hjá mær ikki at spæla á besta liðnum. Tí hevði tað verið gott at sloppið burtur. Men á hinari síðuni havi eg í vikuni fingið greiða ábending um, at teir rokna meg framvegis at vera gott boð upp á málverjuplássið á liðnum í tippuliguni, og útmeldingin hjá teimum ger ikki hugin minni at stríðast fyri plássinum, sigur Jákup Mikkelsen.
Væl fyri
Jákup Mikkelsen varð avsettur landsliðnum til dystin ímóti Skotlandi. Tað var hann sjálvandi vónbrotin av. Nú standa tveir týdningarmiklir útidystir fyri framman, og Jákup sigur seg vera væl fyri at spæla - um hann fær møguleikan:
- Eg venji fjúrtan tímar á grasi um vikuna. Tað er mítt arbeiði, og eg haldi ikki, at eg havi verið betri fyri enn tað sama. Eg spæli eina ferð um vikuna. Í 2. deild eru vit á fimta plássi. Viðhvørt vinna vit stórt, og aðrar ferðir stendur tað nógv á. Eg kenni meg vera topptrimmaðan til stóru avbjóðingarnar í Litavia og Týskalandi, og sjálvandi eri eg við á ferðini, tí eg vóni at sleppa at spæla. Men eg eri ikki harri yvir, um tað verður Jens Martin ella tað verði eg, sum fari at verja málið. Avgerðin er hjá venjaranum. Men eingin ivi skal vera um, at eg eri uppsettur og klárur til avbjóðingina, sigur Jákup Mikkelsen.
MYNDATEKSTUR:
Jákup Mikkelsen sleppur ongan veg úr Molde, tí venjarin sigur brúk vera fyri honum har









