Jákup Thomsen skoraði í gjár hattrik, tá U19 liðið hjá FC Midtjylland vann 3-0 á svenska Malmø í norðurlanda kapping. FC Midtjylland er nú í finaluni.
Fyrsta málið var eitt gott skot, eftir at U21 landsliðsáleyparin rann frá verjuni. Annað málið var ein stútari eftir innkast. Triðja málið var tó prikkurin yvir i’ið. Jákup Thomsen dribblaði frá egnari hálvu og fram við allari verjuni, áðrenn hann sendi bóltin í narmasta málhorn.
- Eg eri glaður fyri tey trý málini. Eg havi ikki roynt meg í hesi kappingini fyrr og ei heldur spælt móti svensku liði. Tí skuldu vit umstilla okkum, men tað riggaði bara væl. Eg haldi vit høvdu uppiborið at koma í finaluna, sigur Jákup Thomsen við heimasíðuna hjá FCM.
Í finlauni skal FC Midtjylland og Jákup Thomsen spæla móti norska stórfelagnum Rosenborg.
Malmö FF – FC Midtjylland: 0-3 (0-2)
25’ 0-1 Jákup Thomsen (Upplegg Gloire Rutikanga)
36’ 0-2 Jákup Thomsen (Upplegg Anders Hagelskjær)
49’ 0-3 Jákup Thomsen
FCM U19:
Simon Petersen, Nicolai Damkjær, Andreas Murbeck(’70 Malte Jürgensen), Gustav Kjeldsen, Anders Hagelskjær, Gloire Rutikanga(61’ Nicolas Madsen), Mikkel Jakobsen, Aziz Essaisi, Sebastian Buch Jensen(61’ Antonis Martis), Mads Carlson, Jákup Thomsen (55’ Nikolaj Kirk)
(Fakta: FCM.dk)