Jákup: Fyrri hálvleikur út av lagi vánaligur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) ÍF vísti seg aftur frá sínari ringastu síðu í fyrra hálvleiki í dystinum ímóti HB í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við annan av venjaranum hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, sum sá sínar menn tapa 1-4 ímóti HB á ovara í Gundadali í dag.

 

ÍF var aftanfyri 0-3 í steðginum, og Jákup Mikkelsen heldur, at avrikið hjá hansara monnum var út av lagi vánaligt í fyrra hálvleiki. Hann heldur tó, at teir fingu rættað uppá fleiri ting, og avrikið í seinna hálvleiki stendur væl sterkari í myndini.

 

Komandi umfar tekur ÍF ímóti KÍ, og Jákup Mikkelsen leggur dent á, at teir vilja gjarna enda kappingarárið væl, tí tað er ofta tað seinasta inntrykkið, sum situr.

 

KÍ má vinna ímóti ÍF, og samstundis vóna, at Víkingur snávar ímóti AB á Argjum.